* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
\"Remøy\" liggur framvegis í Murmansk. Fríggjadagin sluppu níggju av manningini heim av skipinum. Skiparin og sjey aðrir eru eftir umborð.

Remøy fær onki endurgjald fyri mista veiðuinntøku

Norski rækjutrolarin "Remøy" hevur nú verið hildin aftur í Murmansk í 18 dagar, eftir at ein feilur varð avdúkaður í umsóknini hjá norska Fiskivinnudirektoratinum til russisku myndugleikarnar um fiskiloyvi til "Remøy". Reiðaríið hevur boðað frá, at tað missur hálva miljón norskar krónur um dagin, so leingi sum skipið ikki sleppur út at fiska. Sambært tryggingarfelagnum Møretrygd er ongin trygging ímóti hesum slagnum av inntøkumissi.

Bjørn Harald Bakke

Bjørn Harald Bakke, stjóri í Møretrygd, sigur, at tryggingin ikki fevnir um støður, sum Remøy er komin í. MYND: SISSEL BRUNSTAD / NRK

 Tíverri, slík trygging er ikki møgulig, tí hetta meta vit vera ein politiskan vanda, og møguleiki er ikki at tryggja seg ímóti slíkum, sigur Bjørn Harald Bakke, stjóri í Møretrygd.

Felagið tryggjar meginpartin av norska langfaraflotanum, men hevur ongantíð áður verið úti fyri slíkum, sum nú er hent við «Remøy» í Murmansk.

Endurgjaldskrav møguliga upp á tal

Umframt mistu veiðuinntøkurnar hava russisku myndugleikarnir kravt 90 miljónir norskar krónur í veðhaldi fyri at lata trolaran leysan. Ongin trygging fevnir um sIík krøv.

Odd Kristian Dahle

Odd Kristian Dahle, kunningarstjóri í Fiskebåt, sigur, at teir fyribils ikki hugsað um møguligt endurgjaldskrav, men útilokar ikki, at teir fara at venda sær til Fiskivinnudirektoraið, eftir at málið er loyst. MYND: PRESSEFOTO

Odd Kristian Dahle, kunningarstjóri í norska felagnum hjá langfaratrolarum, Fiskebåt, vil ikki gera aðrar viðmerkingar til málið enn, at tað ikki er útilokað, at endurgjaldskrav verður reist, eftir at málið er avgreitt.

– Hetta er fyribils ikki aktuelt. Fokusið nú er á at fáa trolaran leysan, men tað er Direktoratið, ið hevur gjørt ein feil. Eitt møguligt endurgjaldskrav venda vit aftur til, sigur Odd Kristian Dahle.

Missa miljónir

Eigararnir av «Remøy» hava áður sagt, at teir hava eitt tap upp á eina hálva miljón norskar krónur um dagin, so leingi sum rækjutrolarin verður hildin aftur. Eftir 18 dagar er talan um átta miljónir krónur.

– Ja, hetta er eitt mett tap av møguligari veiðu. Vóru teir til fiskiskap, kundu teir fiskað rækjur fyri umleið hálva miljón krónur um dagin.

 Hava teir møguleika fyri at fáa tað inn aftur?

Kommunikasjonsdirektør i Fiskeridirektoratet Olav Lekve

Olav Lekve, kunningarstjóri í Fiskivinnudirektoratinum hevur ongar viðmerkingar, fyrrenn málið er avgreitt.

MYND: FISKERIDIREKTORATET

– Nei, vertíðin er avmarkað, so ið hvussu er ikki alt. Tess skjótari teir koma heim, tess minni verður tapið, men undir øllum umstøðum er talan um stórt tap, sigur Dahle.

Úrslitaleysur fundur

Fríggjadagin høvdu Børge Brende, uttanríkisráðharri, og umboð fyri Fiskivinnudirektoratið fund við reiðarafelagið, Fiskebåt og borgarstjóran í Herøy, men málið er framvegis ikki loyst.

Tað hevur ikki eydnast NRK at fáa viðmerkingar til málið frá eigarunum av «Remøy».

Olav Lekve, kunningarstjóri í Fiskivinnudirektoratinum, sigur, at hann ikki vil úttala seg um eitt møguligt endurgjaldskrav, fyrrenn málið er avgreitt. 

Kelda: nrk.no