* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Remøy Havfiske fær slakar 9 milliónir frá norska státinum

Norski státurin rindar tær 9 milliónir krónurnar sum endurgjald fyri bøtur og part av sakarmálskostnaðinum, eftir at ein rækjutrolari lá tríggjar vikur í russiskum varðhaldi.

 

Tað var rækjutrolarin, Remøy, sum russisku myndugleikarnir løgdu hald á, og tóku í varðhald í Murmansk hin 10. mai í fjør. Orsøkin var ein feilur, sum norska fiskimálaráðið hevði gjørt, tá eitt loyvi varð útskrivað russisku myndugleikunum.

 

Remøy fiskaði eina norska kvotu í russiskum sjógvi, og boðaði norsku myndugleikunum frá veiðini hvønn einasta dag, soleiðis sum lógin krevur tað.

 

Eftir at hava ligið í Murmansk í tríggjar vikur, fekk norski rækjutrolarin loyvi at loysa aftur. Tá høvdu norsku myndugleikarnir veitt trygd fyri, at møgulig revsing vildi verða fylgd upp í Noregi.

 

Nú hevur norski státurin so gjørt avtalu við Remøy Havfiske um endurgjald fyri útreiðslurnar í sambandi við varðhaldið í Murmansk.

 

Kelda: NRK og e24.no