Skipið leggur nú rækjuveðuna upp í Tromsø, áðrenn nýggj manning kemur umborð og setur kós til havs aftur á nýggjan túr.

– Ósjálvbodna uppihaldið hevur verið krevjandi. Vit vistu ikki, hvussu leingi hetta skuldi vara. Vit fingu ongantíð  at vita, nær vit sluppu heim, segði skiparin, Kjetil Ervik, við NRK leygardagin.

Eftir drúgvar samráðingar vórðu níggju av manningini skiftir út, meðn skipið lá í Murmansk, men nú kemur ein heilt nýggj manning upp á 17 mans umborð at halda fram við fiskiskapinum.

Tveir føroyingar taldust millum manningina á Remøy, tá russiska sjóverjan undir eini regluligari kanning umborð varnaðist, at norski trolarin ikki hevði gildugt loyvi at fiska rækjur í russiskum sjógvi. Seinni kom fram, at orsøkin til hetta var ein feilur, sum norska Fiskivinnudirektoratið hevði gjørt undir útflýggjanini av loyvinum.

Kelda: maritime.no