* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Tað var um 23-tíðina í gjárkvøldið, at farmaskipið Perseus rendi seg í grótkastið í sambandi við havnarútbyggingina í Havn.
(Mynd: Leivur Ree Torvadal)

Rendi seg í grótið í havnarútbyggingini í Havn

Tað var um 23-tíðina í gjárkvøldið, at farmaskipið, Perseus, rendi sg fast á veg inn um Molan í Havn.

Bátarnir hjá Mest, Samson og Pressarin, royndu at hála skipið avaftur, men uttan úrslit.

Ikki fyrr enn Brimil kom á staðið og setti enda á Perseus um 01-tíðina, eydnaðist at sleipa hann leysan.

Tað var grótkast í sambandi við arbeiðið við nýggju havnarútbyggingini hjá Tórshavnar havn, sum Perseus rendi seg í.

Tórshavnar havn fekk fráboðanina frá Perseus umleið klokkan 23.00, at skipið hevði rent seg fast.

Perseus er 141 metrar langt og 23 metrar breitt, og lastar 11550 br.t. sambært fleetmon.com. Tað er skrásett á Antigua Barbuda, og er heimahoyrandi í Saint John’s.

Perseus varð smíðað í 2010.