
Revsitiltøk móti skiparum í Panama-veitini
Seinasta fríggjadag burturvístu myndugleikarnir í
Panamaveitini fleiri skiparum á sleipibátum. Skipararnir noktaðu at sleipa skip
gjøgnum nýggju slúsurnar í veitini. Málið verður í løtuni kannað, men sagt
verður, at fleiri skiparar kunnu vænta at verða sagdir úr starvi.
Myndugleikarnir siga, at
framferðin hjá skiparunum á sleipibátunum hevur ført til stóran fíggjarligan
miss, og at hetta hevur skatt umdømið hjá Panamaveitini.
Felagið hjá skiparunum og
dekkarum á sleipibátum í Panamaveitini sigur hinvegin, at skipararnir noktaðu
at gera arbeiðið, tí nýggj átøk hjá myndugleikunum hava ført til lægri tal av
dekkarum umborð á sleipibátum.
- Átøkini hjá myndugleikunum
at minka talið av dekkarum setur alla trygdina í álvarsligan vanda, bæði umborð
á sleipibátunum, og eisini fram við slúsunum á landi.
ITF (International Transport
Workers´ Federation) hevur átalað myndugleikarnar harðliga. Felagið vísir, saman
við felagnum hjá skiparum og dekkarum á sleipibátum, á eina álvarsliga vanlukku
í Panamaveitini 22. november í 2017. Bæði feløgini vilja vera við, at lækkaða
talið á dekkarum lættliga kann føra við sær, at ein líknandi vanlukka, sum tann
í november í fjør, kann henda aftur.
Kelda: The Maritime
Executive