* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Revsitiltøk móti Venesuela kunnu fáa oljuprísin at hækka

Seinastu revsitiltøkini hjá USA mótvegis Venesuela kunnu fáa oljuprísirnar á himmalferð.

 

Sambært Tradewinds merkja revsitiltøkini hjá USA í veruleikanum, at oljustongsil verður settur í verk soleiðis, at als ongin olja verður innflutt úr Venesuela meira. Tað merkir aftur, at USA noyðist at innflyta meira olju úr Miðeystri, til dømis úr Saudiarabia, og tað fer at kosta nógv meira.

          

Í 2018 innflutti USA 503.000 tunnur av olju úr Venesuela um dagin.

 

Teinurin at sigla úr Venesuela til USA er 2.100 fjórðingar, meðan hann er 12.500 fjórðingar úr Saudiarabia.

 

Venesuela verður sostatt noytt at finna onkran annan keypara til oljuna, sum USA hevur keypt, og har er Kina ivaleyst eitt gott boð.

 

Truppulleikin hjá Venusuela við at selja oljuna til Kina er, at landið fær ongan pening í kassan, tí alt fer til gamla skuld til Kina.

 

Kelda: Søfart