* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Rigmor Dam hevur lagt frá sær sum landsstýriskona við mentamálum.

Rigmor Dam lagt frá sær sum mentamálaráðharri

Byggigølan í sambandi við Glasir hevur nú ført til, at landsstýriskonan við mentamálum, Rigmor Dam, hevur lagt frá sær.

 

Tað var fyrrapartin í gjár greitt, at Rigmor Dam hevði gjørt av at leggja frá sær sum landsstýriskona við mentamálum. Og ongin ivi var um orsøkina: Glasir.

 

Rigmor Dam sigur millum annað soleiðis í eini fráboðan:

 

”Sum ábyrgdarhavandi landsstýrisfólk má eg bara staðfesta, at álitið á Landsverk er ikki til staðar, og at til ber ikki at virka undir verandi kørmum og skipan, har álit millum partarnar er fremsta fortreytin. Tað ber snøgt sagt ikki til at verja seg ímóti villleiðandi upplýsingum og ósannindum, ella at ein stovnur afturheldur rokningar fyri kreditorum og okkum, sum varða av játtanini – samstundis sum, at sami stovnur hvønn mánað skrivliga hevur váttað, at fíggjarligu viðurskiftini eru í lagi.

Eg meti, at Mentamálaráðið til fulnar hevur fylgt teimum samstarvsavtalum og mannagongdum, sum eru vanligar í byggimálum hjá tí almenna. Tí er tað mín vón, at byggiverkætlanin av skúladeplinum í Marknagili verður kannað, so slíkt ikki endurtekur seg. Her verður bæði hugsað um leiklutin hjá Landsverki, Samferðslumálaráðnum (fyrr Fíggjarmálaráðnum), sum eftirlitsmyndugleika yvir Landsverk og Mentamálaráðnum, sum í hesum førinum hevur umbiðið ein skúla; Herundir fíggjarstýring, leiðsluskipan og ábyrgdarbýti.

Harumframt mæli eg staðiliga til, at skipanin av almennum byggiverkætlanum verður endurskoðað, so fíggjarlig ábyrgd, eftirlit og ræðisrættur yvir játtanini eru á einum og sama stað.

Fyri at skapa frið um miðnámsskúlan Glasir, og við inniligari vón um, at neyðug játtan verður fingin til vega, so skúlin kann byggjast liðugur sum skjótast, havi eg, av politiskum orsøkum, í dag heitt á Aksel V. Johannesen, løgmann, um at verða loyst úr starvinum sum landsstýriskvinna í mentamálum, og at hetta hevur løgmaður tikið til eftirtektar.”

Enn er onki landsstýrisfólk sett í staðin fyri Rigmor Dam. Fyribils tekur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við málsøkjunum hjá Mentamálaráðnum, og sambært løgmanni er óvist, um nakað nýtt landsstýrisfólk yvirhøvur verður sett í starv áðrenn løgtingsvalið seinni í ár.