* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Rigmor Dam yvirlivdi atkvøðugreiðsluna um misálit.

Rigmor Dam yvirlivdi misálitisuppskot

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, slapp við skrekkinum, tá atkvøtt varð um  uppskotið um misálitisváttan klokkan trý í nátt.

 

Tað var málið um Glasir, sum fekk formenninar í andstøðuni, Jørgen Niclasen, Bárð á Steig Nielsen, Jógvan Skorðheim og Jenis av Rana at seta fram misálitisuppskot móti landsstýriskvinnuni í mentamálum, sum varðar av byggigøluni í Marknaðgili.

 

Meirnýtslan í byggimálinum í Marknaðgili, ein meirnýtsla, sum heimild ikki var at brúka, fekk andstøðuna at seta fram misálit á landsstýriskvinnuna.

 

Tá atkvøtt varð um misálitið klokkan trý í nátt, atkvøddu 15 fyri, 15 ímóti og tríggjar atkvøður vóru blankar. Sostatt eitur landsstýriskvinnan í mentamálum framvegis Rigmor Dam.

 

Blonku atkvøðurnar áttu Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum, Sonja Jógvansdóttir, leysgangari, og Magni Laksafoss, leysgangari.