* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Koronufarsóttin hevur rakt norsku frálandsvinnuna hart. (Mynd: Sigbjørn Larsen)

Meira enn 200 skip og boripallar liggja fyri einki í Norra sambært einari konjukturfrágreiðing fyri 2021. Hetta hevur havt stórar avbjóðingar við sær serliga fyri skipini, síðan heimurin fór niður í ferð, sigur Harald Solberg, sum arbeiðir í Norska Reiðarafelagnum.

 

Konjukturfrágreiðingin hjá Norska Reiðarafelagnum vísir, at umsetningurin er minkaður hjá øllum pørtum av vinnuni, og tilgongdin av peningi er ógvuliga avmarkað. Fyri flutningsøkini hevur tað havt størstan týdning, at hjólini hóast alt hava malið.

 

- Serliga eru tað avbjóðingarnar við manningarskiftum, sum hava verið stórar, men takkað verið sjófólkunum og arbeiðnum hjá reiðaríunum, hava vit fingið flutt vørur, heilivág, smittuútgerð og alt annað, sum vit, samfelagið og fyritøkurnar skulu hava, fyri at halda hjólunum í gongd, sigur Harald Solberg.

 

Hin 1. januar 2021 lógu 204 skip og oljupallar svínabundin við bryggju. Hetta er meira enn undir frálandskreppuni 2016 – 2017.

 

Eisini skip í aðrari vinnu í Norra hava ligið fyri einki.

 

Kelda: Skipsrevyen