* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Risa bíleggingarvøkstur á skipasmiðjunum

1.000 fleiri skip bíløgd um allan heimin í 2013 enn í 2012.

Sambært seinastu tølunum frá IHS Fairplay hava skipasmiðjurnar kring heimin fingið bíleggingar upp á tilsamans 3.159 skip við eini samlaðari tonnasju upp á 56,2 mió. kbt í 2013.

Talan er um ein munandi vøkstur samanborið við 2012, tá 2.136 skip vórðu bíløgd við eini samlaðari tonnasju upp á 24,4 mió. kbt.

Tað skrivar Danske Maritime í seinasta tíðindaskrivi sínum.

Serliga síðsta ársfjórðing í 2013 vuksu bíleggingarnar á skipasmiðjunum, og í tíðarskeiðnum 1. oktober til 31. desember fingu skipasmiðjurnar bíleggingar av 960 nýbygningum við eini samlaðari tonnasju upp á 17,8 mió. kbt., skrivar stovnurin í tíðindaskrivinum.

Samlaðu bíleggingarnar kring heimin umfataðu 5.994 skip upp á tilsamans 100,4 mió. kbt við árslok 2013. Hetta er ein lítil vøkstur sammett við árið fyri, tá samlaðu bíleggingarnar umfataðu 5.892 skip upp á tilsamans 92,3 mió. kbt.

Við 2.161 skip upp á tilsamans 36,6 mió. kbt høvdu kinesisku skipasmiðjurnar størsta partin av bíleggingunum við árslok 2013. Suðurkorea hevði 890 skip upp á tilsamans 31,2 mió. kbt í ordra við árslok 2013, meðan Japan hevði 825 skip upp á tilsamans 13,3 mió. kbt í ordra, og evropeisku skipasmiðjurnar høvdu 690 skip upp tilsamans 6,6 mió. kbt í ordra.

Í 2013 vórðu latin tilsamans 3.050 skip upp á tilsamans 38 mió. kbt frá heimsins skipasmiðjum. Talan er sostatt um eitt fall í nýbyggingarvirkseminum í 2013 í mun til í 2012, tá latin vórðu 3.744 skip upp á tilsamans 48,4 mió. kbt.


Kelda: Danske Maritim