* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Risasáttmáli fær Svitzer at byggja fýra sleipibátar aftrat

Svitzer bíleggur fýra ASD-sleipibátar aftrat frá turkisku skipasmiðjuni Sanmar Shipyards. Bátarnir skulu brúkast í Marokko, har Svitzer júst hevur vunnið ein 20 ára langan sáttmála. Tað upplýsir Svitzer í tíðindaskrivi.

Teir fýra nýbygningarnir eru av slagnum RAstar 2900 SX við 90 tons pullartadrátti. Átta mans vera við hvørjum báti, sum skulu latast Svitzer á heysti 2018.

ASD-sleipibátarnir eru 29,4 metrar langir, 13,4 metrar breiðir og stinga 6 metrar. Teir eru útgjørdir við tveimum MTU 16V4000 M73L motorum umframt Schottel SRP 560 azimuth 3m skrúvum.

Tveir sjálvupprættandi loðsbátar, sum ikki kunnu søkka, skulu eisini byggjast umframt goymsluhøli og verkstaður á havnarøkinum.

Møguliga verður brúk fyri tveimum sleipibátum og tveimum loðsbátum aftrat í framtíðini.

Svitzer hevur frammanundan bílagt 15 ASD sleipbátar frá Sanmar Shipyards.

Kelda: soefart.dk