* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Partur av havnini í Hamburg, Týsklandi.

Risastór bingjuskip krevja 3.800 lastbilar og 50 góðstok í Hamburg

Tað gevur havnarmyndugleikunum í Hamburg ógvurliga stórar avbjóðingar, tá eitt av teimum heilt stóru bingjuskipunum leggur til bryggju.

 

“Vit vóna veruliga, at markið er rokkið fyri stødd á skipum,” sigur ein stjóri í einari av størru farstøðunum.

 

Størsta farstaðarfelagið (terminalurin) í Hamburg, Hamburger Hafen und Logistik AG (HHLA), vónar at reiðaríini skjótt gevast við at lata smíða hesi stóru bingjuskipini.

 

Risastóru skipini, sum fleiri eru einar 400 metrar long, og hava pláss til 23.000 teu, gera tað bíligari at flyta bingjur. Men tey elva til alt størri trupulleikar í havnunum.

 

“Á bryggjuni hava vit loyst trupulleikan við størri kranum, og á sjónum hava vit gjørt havnirnar djúpri, og vit hava breiðkað Elben. Men høvuðstrupulleikin er baklandið,” sigur Thomas Lütje, sølustjóri í HHLA, og sum avgreiðr nógv tær flestu bingjurnar í Hamburg.

 

Trupulleikin liggur í, at stóru skipini miðsavna tyngdina ella arbeiðsbyrðina í havnini heldur enn at breiða somu mongdina av bingjum yvir eitt longri tíðarskeið.

 

“Vit uppliva, at skip upp á 400 metrar elva til ein tørv upp 3.800 lastbilar og 50 góðstok 48 tímar áðrenn skipið kemur í havn – og eftir at tað er komið í havn. Marknaðurin og mongdin økist ikki so nógv, men arbeiðsbyrðan, tá mesta er at gera, tyngir ómetaliga nógv,” sigur Thomas Lütje.

 

HHLA rekur farstøðir í Hamburg, Ukraina og Estlandi. Haraftrat eigur HHLA jarnbreytarfelagið, Metrans, sum er ein hin størst leikarin innan farmaflutning út evropiskum havnum og út í Evropa.

 

Kelda: Shippingwatch