* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ein avstralsk skipasmiðja, sum hevur serútgjørt seg at smíða skjóttgangandi ferjur, er farin í gongd við at smíða heimsins størstu tvíkiljuferju til farleiðina millum Rønne á Bornholm og Ystad í Svøríki.

Risastór tvíkiljuferja verður smíðað til Bornholm-leiðina

Størsta tvíkiljuferjan av sínum slag yvirhøvur verður nú smíðað til farleiðina millum Rønne á Bornholm og Ystad í Svøríki.

 

Søfart skrivar, at tá farið varð undir at smíða nýggju skjóttgangandi ferjuna á avstralsku Austals-skipasmiðjuni í gjár, byrjaði arbeiðið uppá heimsins størsu tvíkiljuferju av sínum slag av álvara.

 

Tað skrivar Molslinjan í tíðindaskrivi.

 

Sagt verður, at samstarvið millum verkfrøðingar, sniðgevarar og framleiðslulið hjá Molslinjuni og Austal nú er komið í hæddina

 

- Byggjaríið fer í gongd sum ætlað hóast trupulleikar, sum korona hevur givið ætlanini millum okkum og skipasmiðjuna. At smíðingin nú kann byrja, er úrslitið av einum frálíkum altjóða samstarvi millum okkara fólk í Århus og skipasmiðjur í Avstralia, Vjetnam og á Filipsoyggjum, sigur forstjórin í Molslinjuni, Carsten Jensen, í tíðindaskrivinum.

 

115 metrar langa Express 5 skal sigla fyri Bornholmslinjuna á væl dámdu rutuni millum Rønne og Ystad. Ferjan fer at hava tvey ferðafólkadekk og pláss til 1.610 ferðafólk og 450 bilar. Hetta ger Express 5 til størstu skjóttgangandi ferjuna í heiminum – við størsta kapasitetinum til bilar og ferðafólk.

 

Express 5 verður sett í rakstur á Bornholm um várið í 2022.

 

Kelda: Søfart