* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Risastóra bingjuskipið liggur tvørtur um Suez-veitina.

Ein rúgva av skipum liggja í løtuni í bíðirøð eftir at sleppa gjøgnum Suezveitina, eftir at eitt risastórt bingjuskip hjá Evergreen er strandað í veitini.

 

Bjargingarbátar av ymsum slag arbeiða í løtuni av øllum alvi við at toga og trýsta 400 metrar langa bingjuskipið leyst, men enn er tað ikki eydnast.

 

Fyrst gingu søgur um, at skipið hevði fingið maskinskaða, men nú vilja keldur vera við, at tað var nógvur vindur, sum fekk farmaskipið av út av kós.

 

Umleið 12 prosent av allari farmasigling í heiminum fer gjøgnum Suez-veitina, og tí er tað at ógvuliga stórum týdningi, at tað aftur verður siglandi gjøgnum veitina skjótast gjørligt.

 

Kelda: BBC



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=U2nGjoDf0OY]
Sjónbandaupptøkur úr Suez-veitini.