* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sambært teimum báðum sjómonnunum, ið framvegis eru einastu bjargaðu av burturgingna turrfarmaskipinum ’Stellar Daisy’, vóru rivur í skrokkinum. Tað skrivar Maritime Herald.

Teir báðir filippinsku sjómenninir eru teir einastu av teimum 24 monnunum, ið vóru við skipinum, sum enn eru bjargaðir. Sambært teimum sjálvum vóru fleiri aðrir av manningini í bjargingarvestum, tá teir lupu fyri borð.

Rivur vóru í skrokkinum, og sjógvur lak inn í skipið, hava teir greitt frá.

´Stellar Daisy´ hjá Polaris Shipping gekk burtur fríggjadagin út fyri Uruguay, á veg úr Brasil til Kina.

Fleiri skip og flogfør frá brasilska loftvápnum hava leitað á leiðini í gjár og í dag.

'Stellar Daisy' var 312 metrar langt og kundi lasta 260,000 tons.

Kelda: Maritime Herald