* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Robert Mærsk Uggla, sum er abbasonur Mærsk Mc -Kinney Møller, verður skjótt ovastur í A.P. Møller - Mærsk, tá hann verður formaður í nevndini fyri A.P. Møller-Mærsk.

Robert Mærsk Uggla nýggjur formaður í Mærsk

Robert Mærsk Uggla, sum í dag er nevndarformaður í peningatanganum hjá A.P. Møller Holding, yvirtekur sessin sum formaður í A.P. Møller-Mærsk eftir at verandi formaðurin, Jim Hagemann Snabe, gevst.

 

Sostatt kemur Mærsk-familjan aftur á sjálva trónuna í Mærsk-samtakinum.

 

- Tað er við stórari eyðmýgd, at eg stilli upp sum formaður í fyritøkuni, sum eg havi fylt tætt alt mítt lív. Vit endurnýggjaðu bygnaðin í A.P. Møller – Mærsk í 2016 og eru komin langt á fleiri økjum. Eg eri ógvuliga takksamur fyri leiklutin hjá Ane og Jim – og fyri stuðul teirra í framtíðini, sigur Robert Mærsk Uggla millum annað. Hann er abbasonur Mærsk Mc-Kinney Møller.

 

Ane Mærsk Mc-Kinney Uggla, sum er næstforkvinna í nevndini, hevur eisini boðað frá, at hon ætlar at sleppa úr nevndini, tá hennara valskeið er av 15. mars 2022 – um somu tíð, sum Jim Hagemann Snabe leggur frá sær.

 

- Umbroytingin av A.P. Møller – Mærsk er gjørd í bingju-logistikk og er væl á veg takkað verið nevndini, leiðsluni í felagnum við Søren Skou CEO á odda – og hansara mongu góðu starvsfólkum, sigur Ane Mærsk Mc-Kinney Uggla millum annað.

 

Hon hevur sitið í A.P. Møller – Mærsk stjórnini síðan 1991 og verið næstforkvinna síða 2003.

 

Nógvir føroyingar sigla – og hava siglt við Mærsk.

 

Kelda: Maritimedanmark