* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Pavel Kutakhov umskipar í Runavík komandi mánadag.

Rokfiskiskapur eftir makreli í grønlendskum sjógvi

Tað er rokfiskiskapur eftir makreli í grønlendskum sjógvi. Hesa vikuna hava tað verið 7 skip á feltinum - 4 grønlendsk og 3 russisk.

Fiskiskapurin hevur verið framúr góður, skipini fáa meira enn tey klára at frysta inn, tey royna á um 65N og millum 33 og 34V. Við teimum grønlendsku skipunum eru nógvir føroyingar við.

Í fjør bleiv makrelurin burtur í grønlendskum sjógvi 15 august, men sum sagt, nú vit nærkast 1. september - er rokfiskiskapur.

Russiski trolarin Pavel.Kutakhov hevur verið 14 dagar á feltinum, teir hava fulla last - uml. 2.300 tons av frystum. 

Pavel.Kutakhov kemur á Runavík mánadagin, har veiðan verður umskipað umborð á farmaskipið Mekhanik Kovtun, sum hesa vikuna eisini hevur tikið ímóti frá onkrum russara, sum hevur roynt í føroyskum sjógvi norðanfyri, skrivar jn.fo.

Tey grønlendsku skipini landa í Íslandi.