* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Rolls-Royce fær milliardasáttmála við “Hurtigrutuna”

Væl kenda norska “Hurtigrutan” skal umbyggja níggju av skipum sínum, sum sigla á leiðini fram við norsku strondini. Skipini skulu millum annað fara frá diesel til gass- og battarírakstur. Tað tryggjar Rolls-Royce Marine í minsta lagi eina milliard krónur.

 

- Hetta er ein av okkara størstu sáttmálum í longri tíð, sigur Anetta Bonnevie Wollebæk, samskiftisstjóri hjá Rolls-Royce Marine, við E24.

 

Hurtigrutan boðaði tíðliga í dag frá, at tey hava gjørt eina fyribilsavtalu við Rolls-Royce. Í avtaluni liggur, at meginparturin av flotanum hjá Hurtigrutuni, sum siglur millum Bergen og Kirkenes, verður umbygdur. Hetta er samstundis størsta umhvørvisdagføring hjá reiðarínum nakrantíð.

 

Maskinurnar á øllum teimum níggju skipunum, sum í dag koyra við diesel, fáa ísett tveir nýliga framleiddar Rolls-Royce Bergen gassmotorar, sum verða stuðlaðir av battaríum.

 

- Hurtigrutan ætlar at uppstiga við okkara umlhvørvisvinarligu motorum, sum verða drivnir við natúrgassi. Saman við øðrum nýggjum í orkuskipanini, fara skipini hereftir at hava minst líka rakstrarsterkar og grønar maskinur sum um tær vóru spildur nýggjar, sigur Astrid Opsjøen, sum arbeiðir hjá Rolls-Royce Marine, við E24.

 

Kelda: E24 og Sol.