* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Rolls-Royce og MOL í nýtt samstarv um sjálvstýrandi skip

MOL og Rolls-Royce Marine eru farin at samstarva um eitt sokallað intelligent awareness system, sum av báðum pørtum verður mett sum fyrsta stigið ímóti sjálvstýrandi skipum.

Ítøkiliga snýr samstarvið seg um, at skipanin verður sett umborð á ferðamannaferjuna Sunflower, sum siglur fyri eitt av dótturfeløgunum hjá MOL á eini rutu millum Kobe og Oita í Japan upp á 222 fjórðingar. Sjálv funktiónin hjá intelligentu awareness skipanini er at gera tað lættari hjá manningini umborð at hava yvirlit við kringumstøðunum hjá skipinum.

"Hetta verður rokkið við at samanhalda dátu frá fleiri sensorum við upplýsingum frá verandi skipanum á skipinum, sosum sjálvvirkandi samleikaskipanum (AIS) og radarum. Dátu frá øðrum keldum, herundir alheims dátugrunnum, fara eisini at hava ein leiklut," skriva tey bæði feløgini í eini fráboðan. 

"Hetta kann geva manning okkara eitt betri amboð til at taka avgerðir, sum økja trygdina hjá teimum og skipi okkara. Hetta er ein stór avbjóðing innan leiðandi tøkni á leiðini til ultimativa mál okkara um autonoma sigling," sigur stjórin í MOL, Kenta Arai, í fráboðanini.

Rolls-Royce hevur áður almannakunngjørt, at fyritøkan arbeiðir við at kunna fáa vælvirkandi sjálvstýrandi skip á høvini um fá ár, og at samstarvið við MOL er liður í hesum.

"Væleydnaðar royndir og skráir fyri vørumenning eru eisini týdningarmikil stig ímóti víðari menningini av fjarstýrdum og sjálvstýrandi skipum síðst í hesum áratígginum," sigur Asbjørn Skao, sum er stjóri á deildini Digital & Systems.

Kelda: shippingwatch.dk