* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Rotorsegl spara brennievni

Fimm ára royndir prógva nú, at rotorsegl í stórum skipum spara brennievni. Men heilt so gott sum væntað – at tað skuldi spara umleið seks prosent av brennievninum, gjørdist tað kortini ikki.

 

Royndir hava verið gjørdar við Ro-Ro skipinum, Estraden, sum siglir millum Ongland og Belgia, og semja er um, at royndirnar eydnaðust væl.

 

Tað er skipsráðgevarafyritøkan, Bore, ið valdi Estraden sum eitt hóskandi skip til royndirnar. Skipið siglir í Ermasundi, og har er møguleikin fyri støðugum síðuvindi stórur.

 

- Í byrjanini hevði skipið eitt rotorsegl, tað var í 2014, og vit sóu, at tað gekk rættan veg og var betri enn væntað, sigur Jørgen Mansnerus, Marine Management í Bore.

 

Síðani setti framleiðarin, Norsepower, eitt rotorsegl í skipið aftrat í 2015, og mátingar vísa, at rotorseglini hava sparing við sær upp á gott og væl 5 prosent.

 

Jørgen Mansnerus sigur, at tey bæði rotorseglini eru sett í skipið permanent, men at felagið vil hava fleir royndir við, hvussu væl tey halda, áðrenn tey fara at seta rotorsegl í onnur skip.

 

- Tað kann væl henda, at rotorsegl verða sett í onnur skip, men tað má so vera á einari farleið, har seglini gera mun - sum til dømis í Ermasundi, sigur hann.

 

Kelda: Maritime Danmark