* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Havnin í Rotterdam er skundmiklasta havnin í Evropa.

Bingjuferðslan í havnini í Rotterdam hevur í ár sett met, og væntandi verður nýggja metið sligið longu næsta ár, spáar havnin sambært fleiri miðlum.

 

Havnin í Rotterdam, sum longu nú er tann havnin í Evropa, sum hevur mest at gera, boðaði mikudagin frá, at hon hevur tikið ímóti 15 milliónum 20 fóts-bingjum higartil í ár, og tað er fyrstu ferð, at ein evropisk havn tekur ímóti so nógvum bingjum upp á bara eitt ár.

 

Bingjufarmur, sum verður máldur í 20 fót longum bingjum (= 1 TEU), er vaksin í minsta lagi 5 prosent frá síðsta ári, tá flutningurin var nógv ávirkaður av koronufarsóttini í fleiri mánaðir.

 

Talið av bingjum, sum fóru um bryggjukantin í Rotterdam, minkaði trý prosent í 2020 eftir metið upp á 14,8 milliónir TEU í 2019.

 

- Vit vænta, at bingjufarstøðirnar í Rotterdam havn eisini verða skundmiklar í 2022. Altjóða bingjuskipaflotin og orkan hjá bingjufarstøðunum veksur ov lítið í mun til eftirspurningin, sigur handilsstjórin í havnini, Emile Hoogsteden, við Reuters.

 

Kelda: Søfart