* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Royal Arctic Line 20 ár

Royal Arctic Line A/S - RAL, varð stovnað í 1993 og er ogn hjá grønlendska heimastýrinum.

Í sambandi við 20 ára stovningardagin, var stórt hátíðarhald leygardagin í Nuuk við nógvum undirhaldi fyri ung og eldri.

Har vóru hoppiborgir og ballónir til børnini, fasmiljukappingar, køkur og kaffimik, og tey vaksnu hugnaðu sær við togtugan á bryggjuni saman við nógvum góðum tónleiki.

Royal Arctic Line A/S hevur einarætt at sigla við farmi til og úr Grønlandi og millum býir og bygdir. Við einarættinum fylgja fleiri treytir, eitt nú hvussu ofta siglast skal, rúmd og trygd til allar bygdir og býir á grønlendsku eystur- og vestursíðuni.

Sostatt er reiðaríið ein lívsæðr fyri grønlendska samfelagið.

Kelda: Royal Arctic Line

Ásbjørn Jacobsen/antares.fo