* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Royal Arctic Line fer nú at sigla upp á 10 ymiskar havnir.

Royal Arctic Line fer at sigla upp á 10 havnir

Eftir at hava stríðst við havnarmyndugleikarnar í Aalborg um at flyta miðstøðina hjá felagnum til Århus – og eftir ein vánaliga roknskap fyri 2017, boðar Royal Arctic Line nú frá, at felagið fer at økja talið av havnum í netverki teirra.

 

Frá 2019 fer Royal Arctic Line at hava fleiri norskar, danskar og íslendskar havnir, í alti 10 havnir, í netverki sínum.

 

Orsøkin til ætlanirnar er at staðseta eitt alheims netverki fyri Royal Arctic Line, og hetta kemur eisini í forlongilsi av flytingini úr havnini í Aalborg til Århus.

 

Í dag hevur felagið á útgerðarøkinum bara samband við Aalborg havn.

 

Nordjyske.dk skrivar, at drúgvar samráðingar hava verið ímillum Royal Arctic Line og havnarmyndugleikarnar í Aalborg síðani 5. oktober í 2017, bæði persónligir fyndir og á Skype. Haraftrat hevur verið drúgvt skrivligt samskifti millum partarnar.

 

Endin varð kortini, at Royal Arctic Line valdi at flyta grundvirksemið úr Aalborg til Århus.

 

Kelda: Nordjyske.dk og Søfart