* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Royal Arctic Line hevur trupulleikar við ísi

So nógvur ísur er í løtuni í Vesturgrønlandi, at Royal Arctic Line hevur útsett at sigla ætlaðu farleiðina í Diskovíkina fyribils. Tað hevur við sær, at Minik Arctica verður liggjandi í Nuuk, til ísviðurskiftini er vorðin soleiðis, at tað verður siglandi.

 

Ætlanin var annars, at Minik Arctic skuldi byrja ein ferð til Diskooynna umvegðis Aasiaat hin 1. februar, verður sagt í einari fráboðan frá reiðarínum.

 

Farmurin umborð á skipinum verður so fluttur umborð á skipið, sum ger túrin, tá ísviðurskiftini eru broytt.

 

Kelda: Maritime Danmark