* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Royal Arctic Line og Aalborg samráðast aftur

Royal Arctic Line (RAL) og Aalborg Havn hava gjørt av næstu seks mánaðirnar at finna eina sømiliga loysn á ósemjuni, ið tók seg upp, tá RAL fyrr í ár kunngjørdi, at reiðaríið frá og við 2019 gevst við at brúka Aalborg Havn sum støðishavn í Danmark og ístaðin flyta til Aarhus.

Hetta var úrslitið av fundinum í gjár í Aalborg millum RAL og leiðsluna í Aalborg Havn.

Teir báðir partarnir eru samdir um at arbeiða víðari ímóti eini samráðingarneyðloysn, ið stendur á tvinnanda súlum:

Aalborg Havn er opin fyri at broyta verandi avtalu við RAL, sum annars er óuppsigilig til 2022, afturfyri at RAL veitir Aalborg Havn trygd fyri ávísari sigling fram til 2025.

Aalborg Havn og RAL fara í felag at arbeiða fyri at víðka talið á triðjamans bingjum út og inn úr Aalborg Havn hetta til 2022.

- Vit gevast í Aalborg, men tað skal gerast í sátt og semju, og tí eru vit fegin um úrslitið av dagsins fundi, sigur Verner Hammeken, stjóri í RAL.

- Nú hava vit ásett eina samráðingargongd, sum kann enda við einum skilagóðum úrsliti, sigur Thomas Kastrup-Larsen, borgarstjóri, ið eisini er nevndarformaður í Aalborg Havn.

Kelda: ritzau