* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Royal Arctic Line siglir við yvirskoti

Við at seta kikaran á rakstur, viðskiftafólk og starvsfólk eydnaðist tað Royal Atctic aftur í 2018 at fáa svørt tøl á botnlinjuna. Farleiðirnar hjá felagnum hava hetta seinasta árið vera ógvuliga álítandi.

 

Eftir eitt keðiligt ár í 2017, har nógv miseydnaðist, kemur felagið í ár út við einum vøkstri í rakstrinum upp á 10 prosent – ella upp í 876 milliónir krónur. Úrslitið áðrenn skatt er 24 milliónir krónur. Í 2017 hevði felagið 8 milliónir krónur í undirskoti.

 

Úrlitið liggur sostatt í ovara enda av tí, sum felagið væntati, og sum leiðslan hevur hildið fast við. Út frá teirri støðuni metir felagið úrslitið at vera “rættiliga nøktandi í teirri broytingartíð, felagi er í.”

 

Har 2017 var eyðkent av óhappum, seinkingum, útreiðslum til innkoyringinina av nýggju havnini í Nuuk, Grønlandi, og ein nýggj trupul edv-skipan, kom reiðaríið gjøgnum 2018 uttan sovorðnar trupulleikar.

 

- Vit arbeiða hvønn einasta dag við at binda Grønland betur við restina av heiminum, Vit royna alla tíðina at betra tænastuna, effektivisera og nýmótansgera okkara arbeiðsgongdir fyri at lækka kostnaðarstigið og tryggja støðugan farmakostnað, og ikki minst at fáa eitt betri arbeiðspláss, fyri á tann hátt at  menna Grønland, verður sagt í ársfrágreiðingini.

 

Leiðslan í Royal Arctic væntar eitt virknari ár 2019 enn 2018, men heldur seg samstundis til eitt væntað avlop eftir skatt uppá millum 5 og 15 milliónir krónur.

 

Kelda: Maritime Danmark