* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, Werner Hammeken, forstjóri í Royal Arctic Line, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður. (Mynd: RAL)

Royal Arctic Line við nýggjari rutu til USA

Royal Arctic Line ætlar um nakrar mánaðir at byrja eina nýggja farleið til USA. Tað boðaði stjórin í felagnum, Verner Hammeken, danska forsætisráðharranum frá, tá hon vitjaði reiðaríið mánadagin. Nýggja farleiðin er liður í einari størri ætlan, sum skal gera tað lættari at handla við Grønland.

 

- Eg haldi, at Mette Frederiksen fekk eitt gott innlit í Royal Arctic Line – bæði sum ein týdningarmiklan lið í infrakervinum, men eisini sum ein fyritøka, sum fær ein týðandi leiklut í framtíðini. Hetta kann eisini vera eitt signal til USA um, at tað verður lættari at handla við Grønland, sigur Verner Hammeken, forstjóri.

 

Mette Frederiksen hevur júst verið á fyrstu vitjan síni í Grønlandi sum danskur forsætisráðharri. Hon kom á vitjan um sama mundið, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, alment hevur víst áhuga fyri at keypa Grønland.

 

Mette Frederiksen hevur rópt ætlanina hjá amerikanska forsetanum at keypa Grønland sum onki minni enn høpisleysa. Men á einum tíðindafundi í Grønlandi, áðrenn hon fór aftur til Danmark, gjørdi danski forsætisráðharrin kortini greitt, at bæði Danmark og Grønland hava áhuga í einum tættari samstarvi við USA.

 

Kelda: Maritime Danmark