* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Royal Arctic-skip siglt á ísfjall

Bingjuskipið Mary Arctica hjá grønlendska reiðarínum Royal Arctic Line sigldi í síðstu viku á eitt ísfjall út fyri Nanortalik. Ongin av manningini fekk skaða, og heldur ikki var nakar leki ella oljuútlát. Kortini var skaðin á skipið somikið stórur, at tað skal upp á beding.

”Vit hava eina meting av skaðunum, sum vit kunnu síggja, men vit fáa ikki eina rættvísa mynd av skaðunum, fyrrenn skipið er komið upp á beding í Danmark”, sigur Verner Hammeken, stjóri í Royal Arctic Line við KNR.

Eftir ein stuttan steðg í Qaqortoq, har fyribils meting varð gjørd av skaðunum, er Mary Arctica nú á veg til Aalborg, hagar skipið væntandi kemur fríggjadagin.

Meðan Mary Arctica er á beding, røkir  eitt minni skip, Arina Arctica, siglingina hjá Mary Arctica. 

Kelda: Royal Arctic Line og KNR