
Reikferða-reiðaríið Royal Caribbean hevur langt um leingi lagt Kovid-19 aftur um bak, og bíleggingarnar eru nú fleiri, enn tá koronufarsóttin byrjaði at herja heimin triðja ársfjórðing 2019.
Bara einastaðni í heiminum gongur tað minni væl við koronufastóttini, og tað er í Kina.
“Kina verður eingin marknaður fyri okkum í 2023.”
Tað skrivar Royal Carribbean í einum boðum í sambandi við roknskapin. Har stendur millum annað, at reiðaríið væntar met í umsetninginum í 2023.
Kelda: Maritimedanmark