* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Skip hjá The Royal Navy.

Bretski herflotin, Royal Navy, noktar at vera við til at burturvísa flóttafólk, sum royna at koma ólógliga til Bretlands við at sigla tvørtur um Ermasund.

 

Hetta sæst í einari dagføring hjá bretska verjumálaráðnum á Twitter.

 

“The Royal Navy og The Royal Marines vilja ikki nýta push-back-taktikkir í Ermasundi”, verður sagt á Twitter.

 

“Tað er ikki okkara etikkur”, hevur ein ónevnd kelda í verjuni fyrr sagt við The Guardian.

 

Tað er bretski innanríkisráðharrin Priti Patel, sum hevur heitt á herflotan at gera sítt til at minka talið á flóttum, sum koma ólógliga til Bretlands.

 

Kelda: Maritimedanmark