* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nú verður aftur roynt at hevja norsku fregattina, Helg Ingstad, frá botni.

Royna aftur at hevja “Helge Ingstad”

Arbeiðið at hevja skipbrotnu norsku fregattina, Helge Ingsted, er farið í gongd aftur. Nú vóna bjargingarliðini, at veðrið verður gott, meðan so tað veruliga eydnast at fáa fregattina upp.

 

- Enn skulu vit brúka fleiri dagar aftrat, og veðrið er framvegis størsta avbjóðingini. Tá alt er tilreiðar, hava vit tørv á 5-6 døgum við góðum veðri, fyri at fáa Helge Ingstad av botni, sigur ætlanarleiðarin, Arild Øydegard, komandørkapteynur, við Skipsrevyen.

             

Mánamorgunin kom ein stórur krani, Rambiz, út til fjørðina, sum er innanfyri staðið, har Helge Ingstad sakk. Og tað er ein trupulleiki hjá norsku verjuni, at bara fýra av fimm fregattum kunnu sigla.

 

- Vit royna at loysa mongu avbjóðingarnar við at ganga í tveyskiftisvaktum. Men skipini kunnu ikki vera í fleiri støðum samstundis, so nakrar avmarkingar eru. Vit royna sum frægast at halda okkara skyldur, og gera samstundis alt, vit kunnu, soleiðis at eitt óhapp, sum tað við Helge Ingstad, ikki hendir aftur, sigur Haakon Bruun-Hanssen, verjuovasti.

 

Kelda: Skipsrevyen