* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Royndu at noyða tangaskip inn í iranskt øki

Trý herskip hava roynt at noytt eitt bretskt tangaskip inn í iranskt sjóøki nærindis Hormuzsundinum, upplýsir bretska stjórnin. Hildið verður, at tey trý herskipini vóru iransk.

 

Eftir ávaringar frá einum bretskum herskipi, rýmdu iransku skipini.

 

Fyri kortum løgdu bretsk flotalið hald á eitt tangaskip við iranskari ráolju út fyri Gibraltar. Grundin var, at tangaskipið skuldi leggja oljuna upp í Sýria, og tað er í stríð við ES-revsitiltøk.

 

- Vit hava orsøk at halda, at “Grace 1” fermdi lastina av ráolju til reinsingarstøðina Banyas í Sýria. Og tað reinsiverkið er fevnt av revsitiltøkum hjá ES í Sýria, segði Fabian Picardo, fyrstiráðharri á Gibraltar í farnu viku.

 

Nógv bendir kortini á, at tað var meira USA enn ES, ið bað bretar leggja hald á stóra tangaskipið.

 

Stjórnin í Iran hevur kravt, at bretsku myndugleikarnir lata tangaskipið leyst aftur sum skjótast.

 

Kelda: DR/ritzau