* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ein sleipibátur, sum var við í uppruddingararbeiðnum eftir strandaða farmaskipið, Wakashio, sakk í ringum veðri, tá hann varð raktur av einum oljuprámi, sum sleipibáturin var í ferð við at sleipa til vrakið. Tríggir av manningini, sum var upp á átta, doyðu í vanlukkuni. Leitað verður framvegis eftir einum.

 

Tá vanlukkan hendi, og oljuprámurin rakti sleipibátin, doyðu tveir mans á staðnum. Tað eydnaðist fýra av manningini at bjarga sær umborð á ein bjargingarbát, sum bjargingarfólk funnu stutt eftir, meðan ein av teimum saknaðu varð funnin í gjár, týsdagin. Tann seinasti av manningini er framvegis ikki funnin.

 

Vamlukkan førdi til ótta fyri, at sleipibáturin og oljuprámurin fóru at føra til nýggja oljuleka í økinum, men sambært orkumálaráðharranum á Mauritius hevur ongin sæð nakran nýggjan leka enn.

 

Hetta er fyrsta vanlukkan, sum krevur lív í kjalarvørrinum á at Wakashio strandaði. Uppruddingararbeiðið eftir lekan av gott og væl 1.000 tons av brennievni heldur fram, eins og løgfrøðiliga eftirspælið fyri skiparan.

 

Undir rættarmálinum týsdagin bað verjin hjá skiparanum rættin um at vísa málið frá sær, tí tað eftir hansara meining var reist á skeivum grundarlag. Næsti rættarfundur verður 8. september.

 

Kelda: Maritime Danmark