* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Russar lata byggja heimsins sterkasta kjarnorkuísbrótara

Tvey russisk feløg hava skrivað undir sáttmála um at lata byggja heimsins størsta kjarnorkuísbrótara. Endamálið er at hjálpa uppá farmaflutningin á einari norðurleið, sum skapar tættari samband við Asia.

 

Atomflot, ein partur at russisku kjarnorkusamtakinum, Rosatom, og Zvezda-skipasmiðjan, sum er eitt samtak, sum Rosneft stjórna, siga, at tey fara at arbeiða saman um at lata nýggja ísbrótaran byggja.

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sagt, at farmaflutningur í Arktisk framvið við russisku norðurstrondini, kann gerast kappingarneyti hjá Suezveitini, í royndini at stytta leiðina millum Evropa og Asia.

 

Rosatom sigur, at ísbrótarin, sum verður útgjørdur við kjarnorkumegi, skal kunna bróta seg ígjøgnum 4 metrar tjúkkan ís. Skipið, sum fer at hava ein rakstrarmátt uppá 120 megawatt, verður væntandi liðugt smíðað í 2027.

 

Russiska stjórnin ímyndar sær at sigla 80 millliónir tons av farmi um árið gjøgnum Norðurrutuna í 2024.

 

Kelda: gCaptain