* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Russiska vápnaskipið, Sparta III.

Russar sigla við vandamiklari last uttan at boða frá

Eitt russiskt vápnaskip sigldi um vikuskiftið gjøgnum danskt sjóøki, eftir øllum at døma á veg ímóti Vjetnam. Russar fjaldu fyri donsku myndugleikunum, hvønn farm skipið veruliga hevði umborð. Tað var ikki fyrr enn skipið var farið framvið Skagen, at skipanin umborð varð broytt til at vísa, at farmurin var vandamikil.

 

Danska blaðið Information skrivar, at Sparta III gjørdist vandamikið tíðliga mánamorgunin. Tá lá skipið beint norðanfyri Skagen eftir at hava siglt gjøgnum danskt sjóøki frá St. Pætursborg í Russlandi.

 

Til Sparta III kom til Skagen hevði tað upplýst, at tey høvdu bara púra vanligan farm umborð. Men norðanfyri Skagen byrjaði skipið at boða frá, at lastin var “Cargo Hazard A (Major)”. Tað er hægsta flokkingin  fyri vandamiklan farm.

 

Tá lá Sparta III nakrar fjórðingar norðanfyri Skagen á veg út í Norðsjógvin. Sparta III er eftir øllum at døma á veg til Haiphong í Vjetnam.

 

Sambært Information er tað russiska verjumálaráðið, sum hevur leigað Sparta III. Skipið siglir vápn fyri vápnafyritøkuna, Oboronlogistika, sum er ríkisogn hjá Russlandi.

 

Til Sparta III í vikuskiftinum gjørdi ein avstingara gjøgnum danskt sjóøki, hevur skipið seinastu árini verið í fastari rutu við vápnum til Sýria úr russiska svartahavsbýnum, Novorossijsk.

 

Kelda: Information