* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Russar viðganga nú at hava mist ein krússara

Russland váttar nú fyri fyrstu ferð at hava mist onkran av manningini umborð á søkta rakett-krússaranum Moskva. Sambært russiska verjumálaráðnum doyði ein av manningini, meðan 27 framvegis ikki eru komin afturíaftur. 396 av manningini skulu sambært russum verða bjargað á lívi.

 

Einki verður sagt um, hvussu mong av teimum bjargaðu vóru løstað.

 

Russland upplýsir framvegis ikki, hvat orsøkin var til eldin, sum sambært teimum var orsøk til spreingingina umborð. Ukraina heldur uppá, at tað var ein ukrainsk rakett, sum varð send úr landi, ið rakti herskipið.

 

Óváttaðar keldur í russiskum undirgrundarmiðlum halda uppá, at 37 av manningini doyðu, meðan eitt ókent tal framvegis ikki eru komin afturíaftur. Í minsta lagi 100 skulu vera særd.

 

Sambært Maritimedanmark.dk roynir Russland eftir øllum at døma at senda kavaratólmenni niður á vrakið, sum liggur á 100 metrar dýpi. Við hesi roynd royna russar at beina burtur “kensluborið” tilfar av vrakinum.

 

Kelda: Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=CW6D3F9aBpg]
Sjónbandamyndir av krússaranum, Moskva.