* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Russisk flotavenjing við Lettland

Russarar hava í hesum døgum eina stóra flotavenjing í Eystrasalti, og tað hevur fingið ávaringarklokkurnar at ringja í Lettlandi og Svøríki.

Sambært forsætisráðharranum í Lettlandi, Maris Kucinskis, fara venjingarnar fram í lettiskum sjóøki – nógv nærri landi enn í fyrrverandi venjingum. Fleiri skip nærkaðust eisini svensku flotastøðini í Landskrona.

 

Sambært Maritime Executive og Maritime Danmark eru fýra russisk herskip við í venjingunum. Tey hava skotið við royndarrakettum og kanónum. Kavbátar hava eisini verið við í venjingunum.

 

Fyri flogtrygdina í økinum heitti Russland á Lettland at stongja loftrúmið upp til 60.000 føtur einar 25 kilometrar úr lettisku strondini.

 

Í sambandi vandan av russisku venjingunum í Eystrasalti hevur Svøríki ávarað alla skipaferðsluna í økinum. Svenska sjóvinnuráðið ávarar serliga skip, sum sigla har suðuri í Eystrasalti, tí har fremja russarar skotvenjingar. Serliga í seinnu helvt hesa vikuna kann vera vandamikið at sigla har, sum skotvenjingarnar fara fram.

 

Spenningur

Nú, russiska hernaðarvenjingin fer fram í Eystrasalti, er háspenningur millum Russland og fleiri limalond í NATO. USA og fleiri onnur lond hava seinastu vikurnar útvíst nógvar russiskar diplomatar sum revsing fyri eina morðroynd á bretskari jørð. Álopið varð framt móti einum fyrrverandi russiskum njósnara og dóttur hansara. Vesturheimurin illteinkir Russland fyri at standa aftanfyri morðroyndina.

 

Kelda: Maritime Executive og Maritime Danmark