* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Russisk fregatt eltir amerikanskan kavbát

Russiska fregattin, Marshal Shaposhnikov, hevur sambært russiska verjumálaráðnum, elt ein amerikanskan kavbát út úr russiskum yvirvaldsøki, eftir at russar funnu út av, at amerikanski kavbáturin var komin inn í russiskt øki at avlúra eina russiska flotavenjing.

 

Hendingin fór fram tætt við Kyrilirnar leygardagin, har deildir frá russiska kyrrahavsflotanum høvdu venjingar.

 

Tá russisku herskipini funnu útav amerikanska kavbátinum, royndu tey at noyða hann at koma upp, men tað miseydnaðist. Tískil var kavbáturin í staðin eltur út úr russiskum havøki. Tað hendi sambært russarum við “neyðugum amboðum”.

 

Amerikanski uttanríkisfulltrúin í Russlandi er kallaður inn til ein fund um hendingina, sum russar meta sum brot á altjóða rætt, og sum tjóðskaparligan trygdarvága.

 

Amerikanarar hava ongar viðmerkingar gjørt til hendingina enn.

 

Einki verður sagt um, hvønn kavbát talan er um.

 

Kelda: Maritimedanmark