* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Russiskt bingjuskip sigldi beint inn í suðurkoreiska brúgv

Suðurkoreiskir myndugleikar boðaðu í gjár frá, at eitt russiskt bingjuskip rendi á eina brúgv í Suðurkorea. Skiparin á bingjuskipinum var fullur.

Ongin manskaði hendi í óvanliga óhappinum, men ein partur av Gwangan-brúnni í Busan var stongdur í eina tíð av trygdarávum. Sambært suðurkoreiskum myndugleikum er tað ikki ólógligt at drekka alkohol umborð á einum skipi, men tað er ólógligt at sigla eitt skip fullur.

Enn er ógreitt, um skiparin sjálvur var á brúnni, tá skipið brádliga broytti kós, og sigldi beint inn í brúnna. Men løgreglan í Suðurkorea hevur staðfest, at ov nógv alkohol var í blóðinum hjá skiparanum, skrivar miðilin, Yonhap.

Sagt verður, at bara ein tíma áðrenn 6.000 tons stóra farmaskipið rendi á brúnna, bar tað eisini við eitt reikferðaskip.

 

Suðurkoreiska sjóverjan sigur, at skiparin lat sum onki, tá sjóverjan um radio segði honum, at skipið hevði kós beint móti Gwangan-brúnni. Sjálvur hevur skiparin sagt, at hann svaraði ikki sjóverjuni, tí hann dugdi ikki enskt.

 

Kelda: Fox News


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=MOsRkfdTapo]
Farmaskipið rennir inn í Suðurkoreisku brúnna.