* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt flótandi kjarnorkuverk hjá felagnum, Rosatom, sum ætlar at gerast eitt av heimsins størstu reiðaríum.

Russiskt felag ætlar at gera íløgur fyri 45 milliardir krónur í bingjuskip

Eitt kjarnorkufelag, sum tað almenna Russland eigur, hevur lagt eina ætlan fyri fleiri bankar um íløgur fyri einar 45 milliardir krónur í millum annað bingjuskip. Endamálið er at gerast eitt av heimsins størstu reiðaríum. Russiskur miðil skrivar, at landnyrðingsleiðin skal hava ein lyklaleiklut í ætlanini.

 

Tað snýr seg un russiska kjarnorufelagið, Rosatom, sum ætlar at gera íløgur fyri 7 milliardir dollarar fyri at byggja upp eitt av heimsins størstu reiðaríðum, sum fer at hava skip at sigla gjøgnum Landnyrðingsleiðina.

 

Tað skrivar russiska Vedomosti.

 

Russiska felagið hevur sambært miðlinum lagt ætlanina fyri fleiri bankar, og fleiri keldur, sum hava samband við felagið, vátta upplýsingarnar fyri Vedomosti.

 

Málið hjá Rosatom er at gerast eitt av 15 teimum størstu shippingfeløgunum í heiminum, og at ferma 72 milliónir tons árliga, har 43 milliónir tons skulu vera bingjufarmur.

 

Ætlanin byggir á farm úr landsynningspartinum av Asia til Evropa gjøgnum Landnyrðingsleiðina, sum fleiri av størstu reiðaríunum í heiminum, teirra millum MSC og Hapag-Lloyd, hava valt frá.

 

Kelda: Shippingwatch