* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Russiskt fusk við GPS-signalum órógvar skipaferðsluna

Lokabrøgd við GPS-signalum hava millum annað rakt donsk skip nærindis russiskum havnum, vísir ein stór frágreiðing.

 

Umfatandi russisk manipulasjón við GPS-signalum hevur millum annað rakt trý donsk skip nærindis russiskum havnum í Svartahavinum og Eystursjónum.

 

Tað sæst í einari frágreingum, sum amerikanska tankasmiðjan, C4ADS, hevur gjørt. Tankasmiðjan hevur greinað tilgongiligar navigasjónsupplýsingar fyri meira enn túsund skip, sum hava siglt í russiskum sjógvi.

 

Tað skrivaði Berlingske sunnudagin.

 

Sambært kanningunum eru miðvís falsan við navigasjónssignalum nógv vanligari enn higartil hildið.

 

Tað ger tilætlaðu manipulasjónina við navigasjónssignalum til eina vaksandi hóttan móti skipaferðsluni. Tað er niðurstøðan hjá granskarunum, sum hava gjørt frágreiðingina.

 

Shippingwatch, skrivar, at tøknin kann gerast eitt vápn í hondunum hjá til dømis yvirgongsfólkum og sjórænarum. Í ringasta føri kann tøknin fáa sjálvstýrarar á skipum at broyta kós.

 

Donsk reiðarí siga seg ikki kenna ítøkiligu dømini, men hava í longri tí verið á varðhaldi fyri vandanum fyri, at navigasjónsskipanir kunnu verða raktar av tilætlaðari órógv.

 

- Grundleggjandi mæla vit altíð limum okkara at ganga eftir altjóða reglum fyri sigling, um at nýta fleiri skipanir, sigur Asbjørn Overgaar Christiansen um “ravmagns-kríggið”.

 

Kelda: Shippingwatch og Berlingske