Prámurin «Akademik Lomonosov», ið skal bera kjarnorkuverkið við tveimum uranriknum reaktorum allan vegin úr St. Pætursborg, er 144 metrar langur, 30 metrar breiður og 10 metrar høgur. 

Kjarnorkuverkið kann sambært eigaranum, almenna russiska kjarnorkufelagnum Rosatom útvega einum stórbýi við 200.000 fólkum streym.

Næsta vár ella summar ætlar felagið at sleipa verkið ta 2.300 fjórðingar longu leiðina frá Baltic-skipasmiðjuni í St. Pætursborg til Murmansk á Kolahálvoynni, skrivar Aftenposten. Ferðin, ið verður mett at taka tríggjar-fýra vikur, gongur umvegis Eystursjógvin og Kattegat og síðani framvið allari norsku strondini.

Fleiri ósvaraðir spurningar um trygdina

Norðurlond hava í fleiri ár roynt at fingið upplýsingar úr Russland um, hvussu ætlanin er at fremja sleipingina og boðið russum trygdarsamstarv. Men fyribils hevur Rosatom verið sera sparið við at útflýggja upplýsingar.

Norski uttanríkisráðharrin, Børge Brende, er sera ivasamur um ætlanina:

– Uttanríkisráðið er sera atfinningarsamt mótvegis ætlanirnar um at sleipa «Akademik Lomonosov» framvið norsku strondini. Hjá norsku myndugleikunum er avgerandi at hava tætt samband við russisku myndugleikarnar um trygdina og tilbúgvingina, og mangir ósvaraðir spurningar eru knýttir at hesi ætlanini, sigur hann.

Krepputilbúgving

Hann vísir á, at farvøtnini, sum sleipingin skal ígjøgnum, eru sera viðkvom, og at eitt møguligt óhapp tí kann fáa álvarsamar avleiðingar.




Statens strålevern og Kystverket fyrireika nú krepputilbúgving saman við starvsfeløgunum í hinum norðurlondunum.

Tað ringasta, ið kann henda, er um eldur tekur seg upp umborð, at prámurin søkkur ella at trossarnir slitna, so hann fer á land í norska skergarðinum.

Fer at hava brúkt kjarnorkubrenni umborð

– Vit hava fingið at vita frá russum, at kjarnorkuverkið skal læsast niður eftir eina royndarkoyring í St. Pætursborg. Undir ferðini norðureftir fer brúkt kjarnorkubrenni at vera umborð. Hetta ger flutningin upp aftur meiri vandamiklan fyri umhvørvið, enn um óbrúkt kjarnorkubrenni var umborð, sigur Per Strand, deildarstjóri í Statens strålevern.

Sambært Rosatom fer «Akademik Lomonosov» at hava 179 kilo av uran-235 umborð. Sleipingin verður løgd til várið ella summari til tess at sleppa undan hørðum vindi. Prámurin við kjarnorkuverkinum hevur onga skrúvu ella sjálvstøðuga drívmegi og er fullkomiliga tengdur at hjálp frá sleipibátinum.

Fáa trupulleikar við 15 sekundmetrum av vindi

– Russar hava sjálvir upplýst, at sleipingin verður trupul at fremja, um vindmegin fer upp um 15 metrar um sekundið. Ætlanin er tí, at norðmenn skulu velja út nøkur hóskandi støð sum neyðhavnir, váttar Johan Marius Ly, deildarleiðari og stjóri fyri tilbúgving í Kystverket.

Granskarin Reidun G. Skaland á veðurtænastudeildini hjá Meteorologisk institutt í Blindern hevur eftir áheitan frá Aftenposten hugt at vindmátingum framvið pørtum av norsku strondini seinastu tretivu ár, og niðurstøða hennara er púra greið:

– Varir sleipingin í fýra vikur í mai, juni, juli ella august, slepst valla undan vindmegi omanfyri 15 metrar um sekundið. Tað er púra vanligt við slíkum vindi framvið strond okkara, eisini í summarmánaðunum, sigur hon.

Enn er ikki greitt, hvørji støð skulu brúkast sum neyðhavnir.

– Vit umhugsa eisini at fylgja við flutninginum við eyka sleipibátum, sum kunnu vera klárir at veita russum hjálp við sleipingini, sigur Johan Marius Ly.