* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Russar byggja nýggja djúphavn í Eystrasalti.

FSUE Rosmorport og Primorsky Universal Transshipment Complex hava gjørt sáttmála um at byggja eina stóra nýggja havn í sambandi við ein oljuterminal í Primorsky tætt við St. Pætursborg.

 

Havnin verður so stór, at hon fer at vera tað sama sum 20 prosent av øllum núverandi havnakapasitetinum hjá Russlandi í Eystrasalti.

 

Roknað verður við, at havnin verður liðug og fer at koyra við fullari orku í 2030.

 

Talan verður um eina djúpvatnshavn, sum skal kunna taka ímóti bulkskipum heilt upp í 150.000 tons. Havnin skal eisini taka ímóti stórum ro/ro- og bingjuskipum.

 

Kelda: Maritimedanmark