* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Russland hóttir við at taka neyðug stig, um Finnland og Svøríki søkja limaskap í NATO.

Russland er ímóti, at NATO verður víðkað

Um Svøríki og Finnland søkja limaskap í NATO, fær tað avleiðingar, ávarar russiski verjumálaráðharrin, Sergei Shoigu. Hann sigur kotini onki um, hvørji stig, Russland fer at taka.

 

Harðliga russiska framferðin í Ukraina, og ráa valdsnýtslan hjá Putin fyri at røkka politisk mál, hevur loypt ekka á grannalondini. Í dag verður tosað opið í Svøríki og Finnlandi um møguligan NATO-limaskap. Í løtuni eru tey bæði londini annars uttanveltað.

 

Tosið í Finnlandi og Svøríki hóvar ikki russiska verjumálaráðharranum. Á einum fundi í russiska verjumálaráðnum í farnu viku segði Sergei Shoigu millum annað:

 

- Tílík stig fara at oyðleggja verandi trygdarjavnvágina. Tað fer at føra til misálit partanna millum, og tað fer at noyða okkum at taka neyðug stig, segði hann.

 

Hvørji hesi stig kunnu verða, segði russiski verjumálaráðharrin altso onki um.

 

Kelda: Maritime Danmark