* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ólavsøkudag hátíðarhelt Russland russiska herflotadagin í St. Pætursborg.

Russland hevur hátíðarhildið herflota-dagin

29. juli, tað var ólavsøkudag, hátíðarhelt Russland herflota-dagin. Boðað varð samstundis frá, at herflotin í næstum fær 26 nýggj skip.

 

Dagurin varð hildin í Neva-ánni í St. Pætursburg, og 40 herskip, 38 hernaðarflogfør og 4.000 hermenn vóru við í tiltakinum.

 

Á hátíðarhaldinum boðaði russiski forsetin, Vladimir Putin, frá, at 26 nýggj skip koma í flotan seinast í hesum árinum. Fyrr í ár eru 15 nýggj skip komin í russiska herflotan.

 

Skip frá økinum kring Baltalond, úr Svartahavsflotanum, og úr smáflotanum í Kaspiskahavinum vóru við í hátíðarhaldinum, teirra millum Admiral Makarov, korvettin Soobrazitelny og kavbáturin Dmitrov.

 

Russiski herflotin stavar heilt afturi frá 1696.

 

Kelda: The Maritime Executive