
Ukrainskar herdeildir framdu umfatandi dronuálop á høvuðsstøðina hjá russiska svartahavsflotanum í Sevastopol, einum havnabýi á Krim, leygardagin. Russland skuldsetir bretskar herdeildir fyri at hava hjálpt ukrainum við álopinum.
Álopið varð framt bæði úr luftini og havinum, og meðan flestu luftbornu dronurnar vórðu skotnar niður, raktu fleiri dronur, som komu innan av havi, flestu av sínum málum. Óváttaðar keldur vilja vera við, at russiska fregattin Admiral Makarov er millum raktu herskipini.
Sambært russiska verjumálaráðnum vóru tað bretskar herdeildir, ið hjálptu ukrainum við dronuálopinum, sum í september sprongdu gassleiðingarnar Nord Stream 1 og 2 í Eystrasalti.
Bretska verjumálaráðið vísir russiska uppáhaldinum aftur sum ódokumenterað og reinur heilaspuni.
Stutt eftir álopið avblásti Russland avtaluna um útflutning av korni úr russiskum og ukrainskum havnum í Svartahavinum. Ein avtala, sum skuldi ganga út í novemver mánaði.
Fleiri sjónabandaupptøkur av álopunum á russiska herflotan í Sevastopol ferðast á sosialu miðlunum.
Kelda: Maritimedanmark