* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Russiski fiskiflotin er gamal, og norðmenn vóna nú, at norskar skipasmiðjur og veitarar fáa part av arbeiðnum at endurnýggja flotan.

Russland kann gerast stórur marknaður í norskum skipasmíði

Russiski fiskiflotin er gamal og skal endurnýggjast. Her síggja norðmenn í dag stórar møguleikar, tí norsk skipstøkni er væl kend og væl dámd í Russlandi. Tað kann geva stórar møguleikar, heldur Innovasjon Norge.

 

Russiska fiskivinnan veitir tí almenna slakar 2 milliardir danskar krónur árliga í skattum og gjøldum, men kortini er flotin meira enn yvirbúgvin til endurnýggjan og nútímansgerð.

 

Hetta er russiski skipasmiðjuídnaðurin ikki tilreiðar til – einsamallur. Her eru tískil stórir møguleikar fyri samstarvi millum Noreg og Russland, heldur Innovasjon Norge.

 

Russiskir myndugleikar viðganga, at neyðugt er við stórum nýskipanum, um tað skal eydnast at endurnýggja aldrandi fiskiflotan.

 

Avgerð er tikin í Russlandi um at býta út fiskikvotur til feløg, sum bíleggja skip í Russlandi (upp í 20 prosent av kvotunum eru til íløguendamál). Roknað verður við, at eftirspurningurin verður størri enn orkan er á russiskum skipasmiðjum, og tí verður tørvur á útlendskari hjálp, bæði tá tað snýr seg um útgerð og tænastur. Her kann Noreg koma inn í myndina.

 

Samlaða talið av fiskiskipum í Russland er nógv minkað seinastu 20 árini. Skipsrevyen skrivar, at meira enn 80 prosent av skipunum vórðu smíðað fyri millum 20 og 35 árum síðani.

 

Kelda: Skipsrevyen