
Russiska felagið handan gassrørleiðingarnar Nord Stream 1 og 2 hevur nú fingið loyvi at kanna tey bæði støðini, har gassleiðingarnar eru í donska búskaparøkinum í Eystrasalti.
Tað váttar Geodatastýrið fyri DR.
Danmark hevur longu upplýst, at oyðiløgdu gassleiðingarnar hava verið mál hjá tilrættisløgdum spreingingum. Men ikki fyrr enn nú sleppur russiska felagið Nords Stream AG at gera egnar kanningar.
Nord Stream AG hevur longu gjørt líknandi kanningar í svenska búskaparøkinum í Eystrasalti, har aðrar spreingingar skulu hava verið.
Nord Stream upplýsir, at eisini í svenskum øki vórðu tekin funnin um, at spreingingar hava verið framdar.
Spreingistøðini lógu 248 metrar frá hvørjum øðrum, og tær rørleiðingarnar, sum lógu ímillum, eru oyðilagdar.
Kelda: Maritimedanmark