* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimsins størsti kavbátur, russiski Belgorod.

Russland kemur við nýggjum serútgjørdum risa-kavbáti

Sevmash-skipasmiðjan í Russlandi kemur nú endiliga við heimsins longsta kavbáti, Belgorod. Byrjað varð uppá kavbátin í 1992 sum eitt Oscar II-flokkaskip. Smíðingin bíðaði hinvegin í mong ár, og samstundis broyttust tekningarnar.

Oscar II-flokkurin varð smíðaður og sniðgivin at bera tungar P-700 antikrússara-rakettir, og sniðið er óvanliga breitt og rúmligt. Men seinastu sjey árini er Belgorod longdur 100 føtur.

Fyri tað fyrsta er kavbáturin sniðgivin at fremja ymsar loyniligar uppgávur og missiónir sum áseting av sensorum á havbotnin.

Skipið verður mett at hýsa størstu loynidómar Russlands, og tað kann kava ógvuliga djúpt. Samstundis er Belgorod, í mun til aðrar Oscar II-kavbátar, bólgnaður út afturi á hekkuni við fleiri lúkum og annað mangt.

Kavbáturin hevur eisini ein undirsjóvar nýtslupall til Poseidon-torpedo, ein ógvuliga fjar fjarstýrd dronu-torpedo, sum leverar strategisk kjarnorkuvápn til smámál sum havnir.

Greinarar í Vesturheiminum halda, at kavbáturin kann bera fýra til seks 80 fóts langar Poseidon-torpedoir, sum røkka umleið 6.000 fjórðingar.

Kelda: The Maritime Executive