* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Russiskur sleipibátur sleipar ukrainsk skip aftur til Ukraina.

Russland letur Ukraina trý skip aftur

Tvítrátturin millum Ukraina og Russland hevur vart í fleiri ár. Seinastu mánaðirnir er tvídrátturin kortini bloyttur eitt sindur.

 

Russland vil lata trý skip aftur til Ukraina, eftir at hald varð lagt á tey fyri einum ári síðani. Málið er at koma nærri einari endaligari loysn á stríðnum millum tey bæði londini.

 

Tað skrivaði russiska tíðindastovan, Interfax, sunnudagin.

 

- Í samsvari við avtaluna við Ukraina verða trý ukrainsk skip sleipað úr havnini í Kertj til eitt góðkent stað, har tey kunnu latast Ukraina aftur, siga marknaðvørar hjá russiskisku trygdartænastuni sambært Interfax.

 

Handanin skuldi fara fram í gjár, mánadagin.

 

Sjónvarpsstøðin, Krim 24, hevur víst myndir av teimum trimum ukrainsku skipinum, sum ein russiskur sleipibátur sleipar millum russiska meginlandið og Krim-hálvoynna.

 

Myndirnar vísa skipini, tá tey sigla undir Krim-brúnni. Brúgvin er bygd fyri at binda Russland saman við Krim-hálvoynna, sum Russland hertók í 2014

 

Kelda: Søfart